Innanlands
Greiða frá um trúboðaravirksemið á Filipsoyggjum
Lis og Ragnar Niclasen vera við á møtinum í Nazaret í Kaldbak týskvøldið.
2026-09-07 20:16
Innsent
Á bønarmøtinum í Nazaret í Kaldbak týskvøldið kl. 20, fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá síni tænastu fyri Harran á Filipsoyggjunum.
Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september mánaði vitja tey heima í Føroyum.
Ragnar Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA, og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.
Árini 2008 til 2014 arbeiddu tey hjá NTM í North Cotes í Onglandi.
Tá tíðin í Onglandi kom at enda, vóru tey komin til tann aldur har tað hevði verið náturligt at fyrireika seg til eina pensjónstilveru. Men tá fluttu tey aftur til Filipsoyggjar at virka ímillum ættarbólkin tey fyrr hava virkað ímillum. Hesi árini hava tey verið við í arbeiðinum at uppafturprenta bíbliuna, ferðast ímillum samkomur at undirvísa og skriva og týtt lærutilfar, sum ættarfólkið sjálvi kunnu brúka.
Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri Harran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Stillingar av farsporum
Mest lisið á dagur.fo
Heilsustýrið: Kynssjúkur áhaldandi avbjóðing í Føroyum
Innanlands
Jóan Magnus Olsen fekk ársins herðaklapp frá Vestmanna kommunu
Innanlands
Fyrsta rakett skotin út í rúmdina úr Evropa
Innanlands
Lættari hjá føroyingum at fáa sín heilivág til Danmarkar
Innanlands
Rune Nørregaard verður nýggjur stjóri í LÍV
Innanlands
Egyptaland: Sjónvarpsvertur fær deyðarevsing í rúsevnamáli
Uttanlands
Flogfar fór útav flogbreytini
Uttanlands
Stokkutur bakidystur hjá Annu Røskva
Mentan
Síður
Portal.fo
Dagur.fo
Fiskur.fo
Roysni.fo
Orkan.fo
Lýsingar
(+298) 20 70 70
Borgar Kristiansen
[email protected]
Redaktión
tel. 20 80 80
[email protected]
Sverri Egholm
Netredaktør (Ábyrgd)
[email protected]
Fyristing
tel. 20 80 80
[email protected]
Portal.foHoyvíksvegur 67100 Tórshavn(+298) 20 80 80 [email protected]
Leita
Nýggjastu Relevance
(0)Comments